Heðin á Lakjuni, liðformaður hjá KÍ, dylur ikki yvir, at teir eftir tapið í Streymnesi iðra seg. – Serliga fyrra hálvleik iðra vit okkum um. Vit eru als ikki klárir tá, men í seinna hálvleiki sita vit á tí mesta og hava fleiri kjansir, sigur Heðin á Lakjuni, sum harmast um, at teir ikki skoraðu eitt sindur fyrr. – Hevði málið komið eitt sindur áðrenn, so hevði úrslitið kunnað sæð heilt øðrvísi út, heldur hann. Heðin á Lakjuni sigur, at teir hóast tvey tap á rað, ikki eru falnir heilt í fátt. – Nei, vit mugu bara taka í egnan barm og stríða okkum úr støðuni, vit eru komnir í, sigur hann.









