Iðra okkum um at vit ikki vunnu

Tað sigur føroyski U21 landsliðsvenjarin, Eli Hentze, sum er sera væl nøgdur við avrikið hjá sínum leikarum í dag

 

Føroyska U21 landsliðið vann í kvøld fyrsta stigið í hesi undankappingini, tá Føroyar spældu 1-1 í Finnlandi. Meinhard E. Olsen skoraði føroyska málið, tá 59 minuttir vóru farnir. Tríggjar minuttir frammanundan hevði Finnland lagt seg framum.

 

U21 landsliðsvenjarin, Eli Hentze, er sum vera man fegin um, at tað eydnaðist at koma á stigatalvuna. Samstundis ásannar hann, at teir í føroysku leguni iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna.

 

-Fyri tað fyrsta eri eg sera væl nøgdur við innsatsin, sum var í topp. Talan var um ein javnan dyst, sum bylgjaði nógv aftur og fram. Vit høvdu fleiri stórar málmøguleikar, og eftir dystin iðra vit okkum um, at vit ikki skoraðu uppá onkran av teimum og vunnu dystin, sigur Eli Hentze.

 

Samanborið við dystin móti Danmark hósdagin, tá U21 landsliðið tapti greitt 3-0, var innsatsurin á føroyska liðnum í dag nógv betri. Eli Hentze sigur eisini at tilgongdin til dystin í dag var øðrvísi enn á Tórsvølli í seinastu viku.

 

-Um vit brúka 10 skalain, var dysturin í dag eitt 8 tal í mun til Danmarks dystin í seinastu viku, sum var eitt 2 tal. Men tilgongdin var eisini øðrvísi. Vit stressaðu teir longri frammi frá fyrsta bríksli, og megnaðu at trýsta teir stóran part av tíðini, hóast tað vóru løtur, tá ið teir eisini trýstu okkum langt aftur, sigur Eli Hentze.

 

Við tí eina stiginum í Finnlandi í dag eru Føroyar klatraðar tvey pláss upp á stigatalvuni í bólki 3. Føroyar eru frammanfyri Georgia og Finnland. Fremst í bólkinum er Danmark, sum í dag á heimavølli vann 6-0 móti Litava.