Í øðini inn á Chelsea

Premier League: Í Benfica eru tey í øðini inn á Chelsea, sum í gjár tapti fyri Manchester City

Fyrr í vikuni var tað næstan fyri vist, at Chelsea skuldi keypa eina av argentinsku HM-hetjunum fyri næstan eina milliard krónur. Í dag er greitt, at Enzo Fernandez ikki verður seldur og tað hevur fingið øðið í leiðsluna í Benfica.

 

Sambært forsetanum, so hevur Chelsea bara órógvað høvdið á spælaranum við at fara í samráðingar, fyri síðani ikki at vilja rinda veruliga prísin til Benfica.

 

- Tað er virðingarleys mótivegis okkum øllum, sum eitt felag hevur gjørt. At lata sum um, at tú ætlar at rinda ásetta prísin og samráðast við spælaran, fyri síðani at koma og samráðast við okkum, sigur venjarin hjá Benfica, Roger Schmidt.

 

Ítróttarstjórin, fyrrverandi portugisiski landsliðsspælarin Rui Costa, er siteraður fyri at siga, at prísurin er 892 milliónir krónur, sum svarar til 120 milliónir evrir. Chelsea skal hava boðið 630 milliónir krónur og spælarar í býti.

 

Enzo Fernandez bleiv valdur til besta unga spælara til HM-endaspælið í Katar. 21 ára gamli argentinski miðvallarin spælir við Benfica í Portugal. Í løtuni eru ikki fleiri samráðingar millum Benfica og Chelsea skrivar Fabrizio Romano, italskur ítróttarskrivari.

 

Chelsea tapti í gjár 1-0 móti Manchester City. Hartil blivu Raheem Sterling og Christian Pulisic skaddir. Fyri Manchester City var sigurin týðandi í gullstríðnum við Arsenal.

 

1Arsenal17142140:1444
2Manchester City17123245:1639
3Newcastle1898132:1135
4Manchester Utd17112427:2035
5Tottenham18103537:2533
6Liverpool1784534:2228
7Fulham1884630:2728
8Brighton1783632:2527
9Brentford1868430:2826
10Chelsea1774620:1925
11Aston Villa1864820:2622
12Crystal Palace1764717:2522
13Leicester18521126:3117
14Leeds1745825:3117
15Nottingham F.1845913:3417
16Bournemouth18441018:3916
17West Ham18431115:2415
18Everton1836914:2415
19Wolves18351011:2714
20Southampton18331215:3312