Í nátt er loyvt at hoppa, men ikki at dansa

Tað er burtur úr vón og viti, heldur Rúni Djurhuus

Hetta er burtur úr vón og viti og tað eigur at verða broytt.

Tað heldur Rúni Djurhuus, sum eigur og rekur skeinkistøð í Havn. Og tað, hann sipar til, er halgidagslógin.

Hann heldur, at viðurskiftini eru rættiliga fløkt.

 

Eftir halgidagslógini er ikki loyvt at dansa eftir midnátt í kvøld.

 - Í morgin er heilidagur, páskadagur, og tað merkir, at eftir midnátt í kvøld er loyvt at hava matstovur opnar og tað er loyvi at skeinkja.

 - Tað er eisini loyvt at spæla bakgrundstónleik. Men tað er ikki loyvi at dansa, staðfestir Rúni Djurhuus.

- Gestir okkara kunnu saktans vera í góðum lag og hoppa og gartera á gólvinum. Men dansa teir, fáa vit bót fyri at bróta halfgidagslógina.

 

Rúni Djurhuus heldur speiskliga fyri, at markið ímillum at hoppa og vera í góðum lag, og at danska, man neyvan vera so hárhvast nú á døgum.

 

- Tað er heldur eingin sum veit, hvussu harður tónleikurin skal vera fyri ikki at vera bakgrundstónleikur longur, men dansitónleikur, sigur hann.

 

Rúni Djurhuus sigur, at hetta setir ikki bara tey, sum skipa fyri dansi í eina merkiliga støðu.

Tað setir eisini løgregluni í eina merkiliga støðu, tí tað er ymiskt, hvussu løgreglufólk uppfata markið ímillum at hoppa á gólvinum og at dansa. Og tað er eisini ymiskt, hvussu løgreglufólk uppfata, hvat er bakgrundstónleikur, og hvat et dansitónleiukur.

- Onkir politistar siga, at tað er ikki loyvt at hava livandi tónleik, men tað ber væl til at hava ein plátuvendara, ella at seta eina teldu at spæla tónleik. 

Hinvegin er einki í vegin fyri at ein kristilig samkoma hevur livandi tónleik alla náttina.

 

Rúni Djurhuus staðfestir, at tað stutta av tí langa er, at halgidagslógin er høpisleys, tí hon er frá 1923, og hann heldur, at nú mátti stundin verið komin til at endurskoða hana.

 

Hann heldur, at antin eiga vit at gera bart og at nokta nøkrum at hava opið, so vóru linjurnar greiðar. Men hann heldur kortini, at tann besta loysnin hevði verið at avtikið halgidagslógina heilt, tí hann heldur, at hon er hopleys at handhevja.

 

- Sjálvt ikki politiið veit, hvat er loyvt og ikki loyvt og tí tað stendur til hvønn einstaka at seta markið fyri, hvat er at hoppa og vera glað, og hvat er at dansa.

 

Hann leggur afturat, at hann hevur tosað við nógvar politikarar um hesi viðurskifti.

- Tað løgna er, at allir politikarar eru samdir um, at lógin er høpisleys og eigur at vera broytt. Men eingin rekur stig til at broyta hana, leggur hann afturat.