Nú er nátatíð og soleiðis, sum veðurvánirnar eru fyri morgindagin, er væntandi, at fleiri bátar fara at loysa og fara út at taka náta.
Eingin veit við vissu, hvussu nógvur nátungi verður tikin á sjónum í vertíðini. Tað eru eingi hagtøl, sum siga, hvussu hørð veiðan er.
Kring um landið eru tað menn, sum hava riggað bátar, glúp, neyst ella arbeiðsskúr til.
Ymiskt er kring landið, hvussu nógv - ella lítið - verður gjørt burtur úr í nátatíðini, men fyri fleiri er hetta ein spennandi tíð.
Tað eru teir, sum velja sær ein góðan dag og gera ein einstakan túr til húsbrúks. Teir eru eisini teir, sum gera nakrar túrar í vertíðini og selja burtur av veiðini.
Uppaftur eru tað aðrir, sum rættiliga fyrireika seg og gera seg út til nátatíðina – við skjóttgangandi bátum og bestu umstøðum á landi.
Tað er heldur ikki ókent, at fleiri eru saman um hetta arbeiði.