Um viðrar, er ætlanin at fara undir árligu klappjaktina í Trongisvági í morgin.
Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at tá klappjakt er, eru nógvir skjúttar. Tí verður heitt á fólk um at halda seg burtur úr økinum, meðan skotið verður.
- Farið verður til stroks beinanvegin, tá tað byrjar at lýsa, og steðgað verður ikki, fyrr enn tað fer at skýma.
Á viðheftu mynd sæst økið, har ætlanin er at skjóta í morgin, og hetta er tað reyða økið á kortinum.
Klappjaktin hevði annars 130 ár á baki í fjør, og meiri kann lesast um hesa siðvenju á - https://www.tvk.fo/divleita.asp?sid=5715&search=klappjakt&id=
##med2##











