Á áttanda sinni verður sendingin "Gullradio" á Rás2. Í 2007 var sendingin fyri NSÍ, í 2008 var hon fyri EB/Streym, í 2009 og 2010 var sendingin fyri HB. Í 2011 var sendingin fyri B36, í 2012 var sendingin fyri EB/Streym, og í fjør var hon fyri HB.
Sendingin, sum í ár er fyri meistaraliðnum, B36 verður send á Rás2 millum klokkan 13 og 17.
Skráin fyri GULLRADIO 2014 á Rás2 verður hendan :
Klokkan 13 til 14 taka vit samanum frá 1. umfari til 26. umfari, har vit hoyra mál og samrøður, sum Tróndur Arge, Hilmar Jan Hansen, Pætur Albinus,André Olsen og Heri Simonsen hava gjørt gjøgnum árið.
Klokkan 14 til 15 fara vit ein biltúr við B36-fjepparanum, Boga Simonsen, har vit tosa bæði um hansara legendariska fjepparabil, og um avrikið hjá B36 í hesum kappingarárinum. Á vegnum steðga vit hjá Baldvin Baldvinsson til eitt djúpari fótbóltsprát.
Klokkan 15.10 til 16 vitja vit Sámal Erik Hentze í Brøttulíð 8, og Klæmint Matras í Fútalág 16 til eitt prát, har teir seta nøkur góð og mergjað orð á avrikið hjá B36.
Klokkan 16.10 til 17 mannað vit fótbóltspanelið við Tróndi Arge, André Olsen og Ólavi Larsen. Stóri parturin fer til prát um avrikið hjá B36 og B36-spælarunum. Tó gevur panelið sær tíð til at viðgera stríðið um 4. plássið millum Kí, EB Streymur og NSÍ.
Lurtararnir kunnu senda B36 eina heilsu á 55 99 99, sum so verður lisin í sendingini.
Gullradio verður endursent á Rás2, leygarmorgunin millum klokkan 8 og 12, og samrøðurnar verða sjálvandi lagdar út á in.fo.