Í morgin verður greitt um valið í Føroyum verður útsett

Tað sigur Lene Moyell Johansen, ríkisumboð

 

– Vit fara at fáa greiði á hesum málinum í morgin, sigur Lene Moyell Johansen, ríkisumboð í Føroyum, við in.fo í kvøld.

Tað var eftir at Mette Frederiksen skrivaði fólkatingsvalið út til 1. november, at fólk fóru at finnast at, at fólkatingsval verður í Føroyum allahalganna dag, sum er minningardagur teirra deyðu á sjónum.

Við in.fo í dag segði Jógvan Fríðrikson, at tað ikki er neyðugt at flyta valið, og at minningarhaldið í øllum førum ikki skal flytast. Hann vísir á, at hátíðarhaldið á Vinnuháskúlanum og í Viðarlundini í Havn, eins og minningarhaldini kring landið vanliga verða hildin tíðliga seinnapartin.

Tað eru tvær gudstænastur, onnur í Havnar kikrju og hin í Christianskirkjuni í Klaksvík klokkan 20 um kvøldið. Jógvan Fríðriksson heldur, at um tað til dømis í staðin vera klokkan 17, so er trupulleikin loystur.

Lene Moyell Johansen sigur, at hon sjálvandi lurtar eftir biskupi.

– Men tað eru nógv onnur, sum hava víst á hetta sum ein trupulleika.

Hon vil hava greiðu á tí løgfrøðisliga í hesum og koma við eini samlaðar meting um málið í morgin, sigur hon.

Hon vísir eisini á avbjóðingarnar, sum kunnu vera, um valið í Føroyum verður útsett og tað stendur á jøvnum í Danmark, tí so fer fólkatingsvalið í Føroyum at snúgva seg um onnur ting, sum fólk í Føroyum neyvan høvdu verið so fegin um, sigur hon.

Formaðurin í tingbólkinum hjá Vinstra á Fólkatingi, Thomas Davdisen, sum er hálvur føroyingur, sonur Martinu Nolsøe, dóttir Hallgerð og Knút Nolsøe í Havn, sigur við Ritzau í kvøld, at Vinstri fer at heita á Mette Frederiksen um at mæla drotningini til, at valdagurin í Føroyum verður útsettur.