- Seinastu vikurnar hevur Miðlahúsið skipað fyri innsavnan til børn, sum liva í fátækraváða. Í morgin verður kekkurin handaður til Í menniskjum góður tokki.
Tað er í Norðurlandahúsinum, at endabresturin verður hildin. Á skránni er samrøður við fólk, sum hava livað í fátækraváða. Ein mamma greiður soleiðis frá:
- Sonurin mín slapp ikki á spælaralistan, tí eg hevði ikki ráð at rinda fyri limagjaldið. Eg var flóv av tí tá, men nú eri eg komin yvir tað, sigur ein kvinna, sum í Norðurlandahúsinum fer at greiða frá sínari søgu.
Eisini verður livandi tónleikur við millum annað Signari í Homrum á skránni. Vit frætta um arbeiðið hjá Í menniskjum góður tokki, og at enda verður kekkurin handaður til felagsskapin.
Tiltakið byrjar klokkan 19.00. Tað er ókeypis, og verður hildið í kafeterianum í Norðurlandahúsinum.
Øll eru hjartaliga vælkomin í Norðurlandahúsið. Annars ber til at videostroyma á in.fo ella at lurta á Rás2.










