Fólk, sum koma til Danmarkar úr gulum londum ella regiónum, nýtast ikki í sóttarhald í tíggju dagar, og í nýggjastu ferðavegleiðingini hjá danska uttanríkisráðnum er Slesvig-Holstein nú gult. Smittan í økinum er nú á einum slíkum støði, at uttanríkisráðið hevur litað økið gult.
Tað merkir, skrivar heimasíðan hjá Jydske Vestkysten, at frá í morgin, leygardagin klokkan 16 at rokna, er ikki longur álagt fólki í Danmark, sum fara um týska markið at keypa, at fara í sóttarhald, tá tey koma heimaftur.
Soleiðis kunnu fólk í Danmark - eins og tey so mangan áður hava gjørt - aftur fara um markið til Slesvig-Holstein at keypa bíligt øl, sodavatn, góðgæti og annað í marknahandlunum har.
Síðan hin 14. mai hevur verið møguligt hjá fólki úr londum, sum eru litað gul, at koma til Danmarkar uttan at fara í sóttarhald. Alt Týskland hevur síðan hesa broyting verið ljósareytt, og tí hava seinastu tíðina tað bert verið koppsett, sum kundu koyra aftur og fram um markið - uttan krav um sóttarhald.
Men, nú Slesvig-Holstein er litað gult av danska uttanríkisráðnum, er loyvt øllum úr Danmark at ferðast til henda partin av Týsklandi, har eitt nú ber til at vitja vælumtóktu marknahandlarnar.
- Vit eru klár, og allir handlar eru opnir. Vit gleða okkum til at taka ímóti øllum okkara viðskiftafólkum úr Danmark aftur, siga fólk, sum reka handlar hinu megin danska markið, við Jydske Vestkysten.