Sambært kunngerð frá 15. desember í fjør vóru tað kommunulæknar, sum skuldu koppseta børnini, men tað vildu teir ikki, um teir ikki eisini sluppu at koppseta vaksin fólk.
Tað var eitt krav frá Kommunulæknafelagnum. Eisini ætlaði Kommunulæknafelagið, at landið skal gjalda 150 krónru fyri hvørja koppseting.
Sum skilst er tað tríggjar ferðir so nógv, sum Sjúkrahúsverkið kann gera tað fyri.
Men fyri at børnini ikki longur skulu vera gíslar í hesum máli, hevur Kaj Leo Holm Johannesen nú broytt kunngerðina soleiðis, at Heilsuverkið, sum hevur tikið sær av allar koppseting ímóti koronu.
Fyrr í dag segði Kaj Leo Holm Johannesen, at Sjúkrahúsverkið koppseta, til onnur loysn er funnin.
– Men upp á sikt skulu vit finna eina varandi loysn, sigur Kaj Leo Holm Johannsen.
– Tí tað er ikki rætt, at hendan uppgávan liggur á sjúkrahúsunum, tí tey skulu viðgera sjúk fólk, sigur hann.
Í august fingu tey ungu í aldrinum 12-15 ár eisini tilboð um ókeypis koppseting, og her hava 73 prosent nú fingið fyrra prikið og 67 prosent annað prikið.
Nú er kunngerðin lýst á Kunngerðarportalinum, og tað merkir, at hon kemur í gildi í morgin.