Í morgin kann Fredrikstad tryggja sær uppflytingina

Um úrslitini laga seg kann Fredrikstad tryggja sær uppflyting hóast tað tá eru fýra dystir eftir at leika

Í morgin kann liðið sum hevur Mikkjal Thomassen sum høvuðsvenjara, og sum hevur Jóannes Bjartalíð og Brand H. Olsen á liðnum, Fredrikstad tryggja sær uppflyting úr næstbestu norsku fótbóltsdeildini upp í bestu norsku fótbóltsdeildina.

 

Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp í bestu deildina, og í løtuni sær stigatalvan soleiðis út: 

 

##med2##

 

Vinnur Fredrikstad torføra útidystin á Åsane í Bergen í morgin, samstundis sum Kongsvinger ikki vinnur á Start Kristiansand á útivølli er uppflytingin hjá Fredrikstad tryggjað. Báðir dystirnir byrja klokkan 14.