Í 1962 var B36 føroyameistari. Síðani tá hava teir fleiri ferðir verið nær við, og onkra ferðina hava teir verið í 2. deild og vent.
Alla tíðina hava spælarar og nógvu og trúføstu viðhaldsfólkini í tolni bíða eftir, at eina ferð fór tað at glógva aftur, og B36 fór at gerast FM vinnari. Men higartil hevur tað ongantíð eydnast, hóast tað var ógvuliga tætt við í t.d. 1968 og aftur í 1991. Bæði árini streyk KÍ avstað við meistaraskapinum.
Hugsa ikki soleiðis
Nú er møguleikin størri, enn hann hevur verið síðani 1968. Tað eru fýra umfør eftir at spæla, og um HB ikki fær fult hvørja ferð, so er tað nóg mikið hjá B36 at vinna ein av teimum fýra dystunum, og tapir HB á Svangaskarði í morgin, samstundis sum B36 vinnur ímóti hinum liðnum av Skálafjørðinum, so er B36 FM vinnari, longu tá tað resta trý umfør av kappingini, og tað man vera langt síðani, at eitt FM heitið er vunnið so sannførandi.
Tað kann gott vera, at onkur í B36 í loyndum fyrireikar seg uppá, at FM heitið kemur innanborða í morgin. Kortini eru tey viðhaldsfólkini mong, sum einki vilja vita av meistaratosinum fyrrenn tað matematiskt er greitt, at B36 vinnur FM. Og hetta tosið er í hvussu so er ikki nakað, sum leiðsla, venjari og spælarar hava á munni:
? Vit kunnu ikki hugsa um, hvussu tað fer at ganga aðra staðni í landinum. Skulu vit vinna FM heitið í ár, so eru tað vit sjálvir, sum skulu avgreiða okkara setning. Tað er neyðugt, at vit sjálvir vinna trý stig hvørja ferð, og tað er tað, sum vit fara at hugsa um seinnapartin í morgin, sjálvt um tað sjálvsagt hevði verið hugaligt og kærkomið, um B68 tók stig frá HB.
Tomislav Sivic og fleiri av spælarunum vóru í Runavík og hugdu at, tá NSÍ og HB spældu javnt eina ferð í august, og sjálvandi hevur venjarin sínar áskoðanir um, hvussu tað kann lata seg gera at fáa trý stig ímóti NSÍ, men tað verður ímillum hann og spælararnar til í morgin.
? Eg havi ein positivan trupulleika. Vit eru umleið 22 spælarar, sum eru evni til 1. deildarliðið. Tummas Eli Hansen var skaddur seinast, men hesa ferð er eingin skaddur, og eingin er leikbannaður. Tað er torført at velja teir fyrstu ellivu, men tað er ein trupulleiki, sum venjarum dáma væl.
NSÍ má broyta miðverjuna
Tá teir í Runavík høvdu vitjan av FS Vágar, vóru teir fortørnaðir inn á, at Kári Hansen, sum hevur verið fastur fúsur í miðverjuni, fekk gula kortið. Kortið hevði við sær, at miðverjin er leikbannaður í morgin. Teir í NSÍ vóru rísnir, tí tað var ein annar av teirra spælarum, sum framdi brotið til gula kortið. Helgi L. Petersen var leikbannaður, tá FS Vágar var í Runavík, og hann verður heilt víst við í Gundadali.
Tá vit tosaðu við NSÍ var ikki heilt greitt, hvussu teir stilla upp í morgin. Ein møguleiki er, at Arnfinn Langgaard fer í miðverjuna saman við Dániali Hansen.
Hagtølini
Nú er tað langt síðani, at NSÍ vann landskappingardyst í Gundadali ímóti B36. Síðani 1988 hava liðini dystast fimm ferðir (NSÍ hevur ofta verið í 2. deild), og tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur B36 verið omaná. Í fyrraárið vunnu teir 1-0 og í 1994 2-0. Í 1992 var 5-1, og í 1991 var 1-1 javnleikur.
Síðsti sigurin hjá NSÍ í Gundadali ímóti B36 var í 1988, tá NSÍ, sum flutti niður í 2. deild, vann 1-0.
Teir í Runavík hava ikki tapt síðani summarfrítíðina, og teir hava framvegis vónir um at enda omanfyri miðjuna. Málið er at røkka einum fjórða plássi, og skal tað eydnast er ein fyritreyt, at tað gongst hampuliga væl í morgin.