Tað er Avstralia, sum hevur stevnt Japan fyri dómstólin við kravi um, at japanska stórhvalaveiðan í Suðuríshavinum verður dømd ólóglig. Japanar halda uppá, at dómstólurin hevur ikki heimild til at døma í einum tílíkum máli, og hetta vilja teir hava dómstólin at viðurkenna.
Málið snýr seg bara um ta japonsku stórhvalaveiðina í Suðuríshavinum, har japanar plaga at veiða umleið 1.000 hvalir um árið. Tað merkir, at úrskurðurin hjá dómstólinum hevur onga ávirkan á ta japonsku hvalaveiðina har norðuri í Kyrrahavinum ella í japonskum sjógvi.
Síðani 1987 hava japanar veitt hval í Suðuríshavinum við vísindaligum endamáli, men fleiri halda, at tað við vísindini er bara ein umbering fyri at sleppa at veiða hval við vinnuligum endamáli, skrivar AP.