Í morgin fellir avgerðin um Víkingur Reykjavík spælir á Tórsvølli

Víkingur fekk longt freistina nakrar dagar at finna eina loysn

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík vita í morgin um teir skulu spæla sínar heimadystir í Conference League í Reykjavík ella á Tórsvølli.

 

Freistin um hvar Víkingur Reykjavík skal spæla sínar heimadystir var upprunaliga úti mánakvøldið, men Víkingur Reykjavík fekk longt freistina nakrar dagar. Tað skrivar Morgunblaðið.

 

Fyrsti dysturin hjá Víkingi á heimavølli verður 24. oktober ímóti belgiska Cerle Brügge og so vera heimadystir 7. november ímóti FK Borac Banja Luka úr Bosnia Hersegovina, sum KÍ spældi ímóti í Europa League, og 12. desember ímóti svenska Djurgården.

 

Ítróttarstjórin í Víkingi Reykjavík, Har­ald­ur V. Har­alds­son staðfestir í samrøðu við Morgunblaðið, at enn er ógvuliga óvist um Víkingur Reykjavík kann spæla sínar heimadystir í Reykjavík.

 

UEFA krevur, at allir heimadystirnir vera spældir á sama vølli. Trupulleikin í Íslandi er, at tjóðarvøllurin í Laugardali ikki er góðkendur at spæla á í desember, og aðrir vøllir, eitt nú Kópavogsvøllur og vanligi leikvøllurin hjá Víkingi Reykjavík, Víkingsvøllur, eru ikki góðkendir. Kópavogsvøllurin kundi møguliga verið góðkendur um ljósviðurskiftini vóru nøktandi, t.v.s. á støði við tey á Tórsvølli.

 

Fær Víkingur Reykjavík noktandi svar vera tríggir spennandi Conference League dystir á Tórsvølli, har vit føroyingar kunnu vísa okkum frá okkara bestu síðu og stuðla Gunnari og liðfeløgunum í hesum trimum heimadystunum.