Í morgin fáa vit eitt føroyskt fátækramark

Álitið verður handað landsstýriskvinnuni í morgin

Drúgva arbeiðið at áseta eitt føroyskt fátækramark, er nú loksins liðug.


Arbeiðsbólkurin, sum varð settur á sinni at gera eitt føroyskt fátækramark, skuldi vera liðugur fyri einum ári síðani, men arbeiðið varð nógv drúgvari enn væntað.


Men nú er komið á mál og í morgin verður eitt álit um eitt føroyskt fátækramark handað Anniku Olsen, landsstýtriskvinnu í almannamálum.

 

Sostatt fáa Løgtingið og landsstýrið nú nakað ítøkiligt at halda seg til, tá ið fíggjarlig viðurskifti hjá boargarum eru til viðfgerar.


Av tí, at álitið verður handað í morgin, vil Heri Petersen, fulltrúi í Almannamálaráðnum, sum hevur skrivari í bólkinum, sum hevur ásett fátækramarkið, ikki siga nakað um, hvussu fátækramarkið sær út.

 

Les eisini: Sonja vil ikki leggja navn til