Í morgin er síðsta freist at søkja inn á miðnám. Ein nýggjur kapittul er í væntu, og tað eru nógv, ið gleðast um tað. Hettar er fyrsta veruliga stig inn í okkara vaksnamannalív, tí longu nú byrja okkara avgerðir um útbúgving at leiða okkum inn í komandi størv og lívsleiðir.
Tá ið avgerðin skal takast um hvørja leið og breyt, ein skal fara á miðnámið, stendur ein ofta í tvístøðu. Hvat er rætta valið fyri meg og hvørjar útbúgvingar gevur hendan leiðin mær møguleika til? Og tað er helst ein spurningur nógvir tannáringar seta sær í hesum døgum.
Freistin at søkja inn á miðnám er 15. mars, í morgin.
Studentarskúlin hevur breytirnar Hugbreyt og Náttúrubreyt, ið báðar taka trý-ára skúlagongd.
Hugbreytin bjóðar Málleið, Samfelagsleið, Listaleið og Almenn leið.
Náttúrbreytin hevur leiðirnar Scienceleið við antin Alis- ella evnafrøði, Lívfrøðis- og ítróttarleið og Samfelagsleið.
- Tann mest vælumtókta leiðin er helst Almenn leið á Hugbreytini, tí hon gevur møguleika til bæði hug- og náttúruvísindi, sigur Kristianna Mortansdóttir, ið arbeiðir sum lestrarvegleiðari á Studentaskúlanum.
Henda leiðin gevur møguleikar til at søkja hægri útbúgvingar innan bæði mál, hugvísindi, náttúruvísindi og læknavísindi.
- Ein onnur leið, ið ger nógv um seg er Samfelagsleiðin á Hugbreytini, ið eisini er sera góð. Hon gevur møguleikar til sera breiðar útbúgvingar, ikki nakað heilt serstakt, men innan hugvísindi, leggur Kristianna afturat.
Tá ið ein skal velja heldur Kristianna, at eitt er sera týdningarmikið at minnast til.
- Tað týdningarmesta er at velja út frá áhuganum hjá sær, og ikki bert hvørjar útbúgvingar eru best. Áhugin er týdningarmikil fyri eitt gott próvtal og eina góða skúlagongd, leggur Kristianna Mortansdóttir dent á.
Og um alt ikki gongur sum ætlað, kann ein altíð taka onnur fak eftir at gerast liðugur við miðnám.










