Árliga Skótahjálpin byrjar í morgin leygardagin 20. sept. og heldur á til og við leygardagin 27. sept.
Tvær verkætlanir
Sum vanligt stuðlar Skóta-hjálpin tveimum verkætlanum á hvørjum ári: eini føroyskari og eini útlendskari. Føroyska verkætlanin í ár er at hjálpa MBD/DAMP børnum og tann útlendska er at stuðla skúlabygging í bygdini Kantobe, sum er 90 km uttan fyri Addis Abeba, høvuðsstaðin í Etiopia. Har arbeiða m.o. sørvingurin Dánjal Christiansen og konan Karin Maria, sum eru knýtt at danska missiónsfelagsskapinum D.E.M.
Allir skótar í Føroyum
arbeiða saman
Allar 4 skótasamskipanirnar í Føroyum eru við í Skótahjálpini 1997: Føroya Skótasamband, KFUK-Skótarnir, KFUM-Skótarnir og FH-Skótarnir ? umleið 1000 skótar.
Loysunarorðið hjá »Skótahjálpini 1997« er: »Skótar hjálpa«. Við hesum í huga fara skótar í eina viku at bjóða fram arbeiðsmegi sína, og peningurin, sum fólk lata fyri arbeiðið, fer óskerdur til »Skótahjálpina 1997«.
Í endamálsgreinini fyri »Skótahjálpina« stendur, at skótar skulu »?stuðla og hjálpa neyðstøddum, sjúkum og illa støddum børnum og ungum í Føroyum og uttanlands við pengum, sum á hvørjum ári eru savnaðir við arbeiði ella á annan hátt«.
Í hesi vikuni er eitt blað borið inn í hvørt heim kring landið, har meira verður upplýst um »Skótahjálpina 1997«.
Í bygdum, har eingir skótar eru, ber til at lata eina peningagávu á konto 4.955.678 í Føroya Sparikassa ella á Giro 66036.
»Skótahjálpin«
á 14. ári
Hetta er 14. árið, at Føroya Skótaráð, sum umboðar tær fýra samskipanirnar av skótum í Føroyum, skipar fyri »Skótahjálpini«.
Í fjør komu inn kr. 80.000. Í 1996 stuðlaði »Skótahjálpin« Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu í Havn og arbeiðinum, sum Frelsunarherurin ger millum børn og ung á Haiti.