Í Uman raktu russisku rakettirnar ein íbúðarbygning. Hetta er ikki fyrstu ferð, at russar leypa á íbúðarbygningar í Ukraina. Tað hava teir gjørt so nógvar ferðir áður í krígnum.

Í minsta lagi seks fólk dripin í russiskum álopum

Loftávaringar hava ljóðað um stóran part av Ukraina í morgun, og frætt er um spreingingar fleiristaðni í landinum.

 

Í Uman raktu russisku rakettirnar ein íbúðarbygning. Hetta er ikki fyrstu ferð, at russar leypa á íbúðarbygningar í Ukraina. Tað hava teir gjørt so nógvar ferðir áður í krígnum.

Í morgun hava russar skotið rakettir og dronur eftir fleiri ukrainskum býum, eitt nú Dnipro, Uman, Kyiv, Krementsjuk, Poltava og Mykolajiv.

 

Útlendskir miðlar vita at siga, at ein kvinna og eitt trý ára gamalt barn hevur latið lív í Dnipro, og trý fólk eru dripin í Uman, har fleiri eisini eru særd.

 

Óvist er, um rakettirnar hava rakt høvuðsstaðin, Kyiv, har ukrainska loftverjan hevur skotið niður ellivu russiskar rakettir og tvær dronur.

 

Kelda til tíðindini um álopini á býin, Dnipro har suðuri í landinum, er borgarstjórin í býnum, Borys Filatov, sum skrivar á Telegram. 

 

Guvernørurin í Tsjerkasy-fylkinum í Ukraina, har býurin, Uman liggur, sigur, at her hava trý fólk latið lív og í minsta lagi átta eru særd. 

 

Borgarstjóri er Ihor Taburets.

 

##med2##

 

Í Uman raktu russisku rakettirnar ein íbúðarbygning. Hetta er ikki fyrstu ferð, at russar leypa á íbúðarbygningar í Ukraina. Tað hava teir gjørt so nógvar ferðir áður í krígnum.

 

Interfax veit at siga, at spreingingar hava rungað í Kyiv í morgun, men greitt er ikki, um rakettirnar hava rakt málum. Enn er einki frætt um dripin ella særd í ukrainska høvuðsstaðnum í morgun.

 

Dagføring:

 

Tíðliga seinnapartin í dag siga ukrainsku myndugleikarnir, at í minsta lagi 17 fólk hava latið lív í russisku álopunum í nátt.

 

 

 

 

 

 

 

Í Uman raktu russisku rakettirnar ein íbúðarbygning. Hetta er ikki fyrstu ferð, at russar leypa á íbúðarbygningar í Ukraina. Tað hava teir gjørt so nógvar ferðir áður í krígnum.