Í minsta lagi níggju fólk vórðu trokað og trampað til deyða í eini handilsmiðstøð í høvuðsstaðnum í Uganda, Kampala, tá fjáltur kom í í sambandi við fýrverk, upplýsa myndugleikar á staðnum í dag.
– Eftir at fýrverk brast uttan fyri handilsmiðstøðina Freedom City í Kampala kom fjáltur á fólk, har fimm deyðu á staðnum og fleiri onnur vóru illa særd, sigur talsmaðurin hjá løgregluni, Luke Owoyesigyire.
– Bjargingarfólk hava flutt tey særdu á sjúkrahúsið, og tilsamans níggju eru deyð av hendingini, sigur talsmaðurin.
Owoyesigyire sigur, at »heilt ung« fólk eru millum tey deyðu. Hann upplýsir ongar smálutir um aldur teirra.
– Alt ov skjótar gerðir uttan fyrireiking er orsøkin til sorgarleikin, sigur hann.
Veitsluhýrurin og fýrverkið fyri at hátíðarhalda nýggja árið var fyrsta stóra nýggjársveitslan í einum eysturafrikanskum landi í trý ár eftir farstóttina við covid-19.
/ritzau/AFP