Løgreglan í Vancouver kannar staðið, har ein bilur rendi á eina mannamúgvu á einum gøtufestivali í kanadiska býnum tíðliga sunnumorgunin okkara tíð. Fleiri offur síggjast liggja undir hvítum løkum. - Mynd: Chris Helgren/Reuters

Minst níggju doyðu tá bilur koyrdi í mannamúgvu í Kanada

Í minsta lagi níggju fólk eru deyð, eftir at ein bilur rendi á ein gøtufestival í Vancouver, upplýsir løgreglan.

Løgreglan í Vancouver kannar staðið, har ein bilur rendi á eina mannamúgvu á einum gøtufestivali í kanadiska býnum tíðliga sunnumorgunin okkara tíð. Fleiri offur síggjast liggja undir hvítum løkum. - Mynd: Chris Helgren/Reuters

Í minsta lagi níggju fólk eru deyð í kanadiska býnum Vancouver, og fleiri eru særd, eftir at ein bilførari koyrdi inn í eina mannamúgvu á einum gøtufestivali.

Tað upplýsti løgreglan í Vancouver á sosiala miðlinum X á klokkan 11.

Ein 30 ára gamal maður er handtikin eftir tilburðin. Hann býr í Vancouver og er longu kendur av løgregluni, skrivar blaðið Globe and Mail.

Tað boðaði løgreglan frá í morgunin okkara tíð, sambært Reuters.

- Í løtuni eru vit vís í, at hendan hendingin ikki er ein yvirgangsgerð, skrivar løgreglan í Vancouver á X.

Upplýsingarnar vórðu ikki útgreinaðar.

Sambært Vancouver Sun varð lokala sjúkrahúsverkið skjótt biðið um at fyrireika seg til nógv offur.

Enn eru ongar upplýsingar um talið av særdum.

Videobrot á sosialu miðlunum vísa lík spreitt á gøtuni, harav fleiri fingu fyrstuhjálp, skrivar miðilin áður.

Eygnavitni siga við kanadiska miðilin Globe and Mail, at motorurin á bilinum spitaði upp, áðrenn hann pløgdi inn í eina gøtu, sum var fylt við matvognum.

Her rakti tað mannamúgvuna, meðan tað drønaði fram uttan at steðga.

Tá bilurin loksins steðgaði, royndi ein maður at flýggja, siga eygnavitni við fjølmiðlarnar.

Løgreglan hevur ikki enn sagt, um talan var um óhapp ella tilætlaða gerð.

- Vit fara at geva fleiri upplýsingar, so hvørt sum kanningin gongur, sigur løgreglan.

Hendingin hendi stutt eftir klokkan 20. lokala tíð í gjár um Fraser Street og 41st Avenue, upplýsir løgreglan. Tað er stutt eftir klokkan 4 sunnumorgun okkara tíð.

Vancouver Sun skrivar, at ein gøtuveitsla, sum kallast Lapu Lapu-festivalurin, varð hildin í økinum. Tað er eitt hátíðarhald, sum filipinsku íbúgvarnir í býnum halda.

Vanliga verða gøturnar sperraðar av við lastbilum, tá festivalar eru í býnum, men tað hendi ikki leygardagin, sigur miðilin víðari.

Borgarstjórin í Vancouver, Ken Sim, svaraði tíðindunum á sosiala miðlinum X.

- Eg eri ørkymlaður og harmur um ógvusligu hendingina, sum hendi á Lapu Lapu-veitsluni í dag.

- Vit arbeiða við at veita fleiri upplýsingar so skjótt sum vit kunnu. Løgreglan í Vancouver hevur staðfest, at talan er um fleiri deyð og fleiri skadd, skrivar borgarstjórin á X.

- Tankar okkara leita til øll tey, sum eru rakt, og til Vancouver og filipinsku samfeløgini hesa truplu tíðina, stendur fram.

Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, skrivaði í boðum X í morgun okkara tíð, at hann er "skakaður" av hópákoyringini.

- Eg sendi mínar djúpastu samkenslu til familjurnar hjá teimum dripnu og særdu, til filipinsk-kanadiska samfelagið og til øll í Vancouver, legði hann afturat.

- Vit syrgja øll saman við tykkum.

 

/Ritzau/

 

 

 

Løgreglan í Vancouver kannar staðið, har ein bilur rendi á eina mannamúgvu á einum gøtufestivali í kanadiska býnum tíðliga sunnumorgunin okkara tíð. Fleiri offur síggjast liggja undir hvítum løkum. - Mynd: Chris Helgren/Reuters