Línuskipini hava í nógv ár havt tað trupult. Hetta sæst kanska best, hvussu tað hevur gingið við talinum av skipum seinnu árini, har talið av línuskipum er minkað úr 22 skipum í 2008 niður í 16 skip í 2012.
- Nettosølan er eisini fallin, men hevur kortini hildið sær so nøkulunda árini 2010, 2011 og í 2012. Starvsfólkakostnaðurin er minkaður meiri enn fallið í nettosøluni. Tað merkir, at eisini hýruprosentið hevur verið fallandi í hesum partinum av flotanum. Síggja vit burtur frá árinum 2008, hava avskrivingarnar ligið rímiliga støðugt.
Tað sigur Fróði Sivertsen hjá grannskoðarafyritøkuni Januar.
Hann vísir á, at hóast talið av skipum er minkað úr 22 niður í 16, hevur veiðan kortini ligið rættiliga støðu millum 13.000-14.000 tons um árið.
- Veiðan fyri hvørt skipið er økt í hesum tíðarskeiði. Miðalprísurin fall nógv árini frá 2008 til 2009 og hevur árini síðan verið lágur.
Hann vísir á, at tað eisini er galdandi fyri línuskip sum fyri flestu skipabólkar, at tað er ymiskt, hvussu skipini klára seg.
- Øll árini eru tað skip, sum hava havt positivt ebidta, meðan ebidta hjá skipunum í lakara endanum hevur verið negativt.
Gjaldførið hjá línuflotanum er rímiliga gott.
- Orsøkin er ivaleyst ein viðurkenning av - eisini frá fíggingarstovnunum - at bara skipini fiska fyri rentur, eru fíggingarstovnarnir nøgdir. Tað er líka sum tann hugburður sum er, at um hesi skipini klára rentur, so er tað í lagi. Hetta er væl ein mynd av, at flotin er í bíðistøðu, sigur Fróði Sivertsen hjá grannskoðarafyritøkuni Januar.
Myndin til greinina er tilvildarliga vald.