Í kvøld verður tað greitt, hvør verður meistari í kappingini millum U-18 liðini. NSÍ hevur leingi verið greiður favorittur at vinna FM heiti, og NSÍ er framvegis favorittur at vinna. Í kvøld fær NSÍ vitjan av EB/Streymi, sum framvegis eigur fyrsta sigurin til góða. Fyrsta bríkslið við Løkin verður klokkan 18.30.
Í hinum báðum dystunum verður fyrsta bríkslið klokkan 19.30. KÍ, ið hevur sama stigatal sum NSÍ, eigur heimavøll ímóti Víkingi, og í Gundadali verður grannauppgerð millum HB og B36.
KÍ-Víkingur: Kári J. á Høvdanum kl. 19.30
NSÍ-Víkingur: Petur Reinert kl. 18.30
HB-B36: Eiler Rasmussen kl. 19.30
Støðan undan 15. umfari
NSÍ 34
KÍ 34
B36 20
Víkingur 15
HB 14
EBS/Skála 4