Í kvøld verður lagnuløta á Skála

Lyklauppgerð um at sleppa undan niðurflyting verður í kvøld á Skála, har B68 fer at vitja

Í kvøld verður farið undir 17. umfar í Effo-deildini. Talan er um lyklaupppgerð í kappingini um at sleppa undan niðurflyting, tá ið Ransin N. Djurhuus klokkan 18 fer at bríksla fyri fyrstu ferð.

Skála og B68 eru niðast á støðutalvuni við 9 stigum. Tað eru fimm stig fram til AB, og harvið er spuringurin, um tað verða ein ella tveir taptarar í kvøld. Vinnarin í kvøld verður ikki so langt frá at lyfta seg upp um strikuna. Taparn í kvøld verður langt frá bjargingini, og um tað skuldi endað við javnleiki, so verða tað tveir taparar.

2. mai hittust hesi bæði liðini á Svangaskarði í 7. umfari. Tá var úrslitið málleysur javnleikur.

Hjá Skála er tað ivasamt, um liðformaðurin Teitur R. Joensen verður førur fyri at spæla. Hann er plágaður av skaða í fótliðnum.

B68 er illa skaðaplágað: Toppskjúttin Óli H. Olsen hevur trupulleikar við fótliðnum, og Remi Langgaard er vøddaskaddur. Bæði Jonleif Højgaard og Evrard Blé eru so mikið darvaðir av skaðum, at tað er ivasamt, um teir verða førir fyri at spæla.