Í kvøld verður fyrra hálvfinalan

Tað er í kvøld at fyrra hálvfinalan í HM endaspælinum verður leikt í Brasil.

Dysturin í kvøld er í millum vertirnar úr Brasil og Týskland. Talan er um eina endurtøku av HM finaluni í 2002, tá Brasil við einum vælleikandi Ronaldo á odda, vann 2-0.

 

Vertirnir úr Brasil eru skerdir í kvøld. Liðskiparin á liðnum, Thiago Silva situr uttanfyri við leikbannið, meðan stóra stjørnan á liðnum, Neymar, er úti við skaða. Tað er væntandi at Dante kemur inn í miðverjuna fyri Thiago Silva, meðan Chelsea leikarin Willian nokk fer at taka plássið hjá Neymar.

 

Týski hópurin er fullmannaður til dystin í kvøld. Týskland hevði í seinastu viku trupulleikar av, at nógvir mans á liðnum vóru raktir av influensa, men til dystin í kvøld eru allir leikarar tøkir og frískir.

 

Dysturin millum Brasil og Týskland byrjar í kvøld klokkan 21:00.