Í kvøld skulu Danmark og Svøríki í eldin

EM í hondbólti: Danmark skal spæla ímóti Russlandi og Svøríki ímóti Slovenia

Tað er annar dagur í EM endaspælinum í hondbólti, sum er í Polen.

Tað eru fýra dystir á skránni. Í gjár vóru tveir dystir í A bólkinum og tveir í B bólkinum. Í dag verður spælt í C bólkinum og D bólkinum. Talan er um innleiðandi bólkaspæl, men tað verður nógv lagt fyri í strembanini at vinna, tí stigini telja við hjá teimum, sum kvalifisera seg í millumumfarið.

Í gjár vann Ísland við einum máli á Noregi. Í dag skulu hini bæði norðurlondini í eldin. Í bólki C fara Svøríki og Slovenia at dystast, og í bólki D skal Danmark spæla ímóti Russlandi, sum plagdi at teljast millum tey stinnastu av øllum. Eftir at hava verið í aldudali í nógv ár er Russland á veg upp aftur á aldukambin, siga tey, sum hava gott innlit í altjóða hondbólt.

 

Bólkur C

Spania-Týskland kl. 17.30

Svøríki-Slovenia kl. 19.45

 

Bólkur D

Ungarn-Montenegro kl. 17.00

Danmark-Russland kl. 19.15