Í kvøld hildu meistararnir orð

Løgmanssteypið: Við 3-0 sigri á útivølli ímóti Skála spældi KÍ seg fyri fyrstu ferð í trý ár víðari úr fyrsta umfari í steypakappingini

Jóannes Bjartalíð skoraði eitt og legði upp til eitt annað mál, tá ið KÍ í kvøld vann 3-0 á Skála

Tað hevur ikki verið so nógv at rópa hurrá fyri hjá KÍ í steypakappingini nógvu tey seinastu árini. Undantakið var í 2016, tá ið tað eftir longda leiktíð og brotssparkskapping eydnaðist at vinna steypafinaluna ímóti Víkingi.

 

Tá var ein øgiligur fagnaður í KÍ leguni, og tí steypafagnaðinum hava tey í og kring felagið í Klaksvík síðani longst eftir aftur at uppliva.

 

Tí var vónbrotið so stórt, tá ið HB í 2020 longu í fyrsta umfari varpaði KÍ úr steypakappingini, og tá ið søgan endurtók seg í fjør. Tá var tað NSÍ, sum í fyrsta umfari og í Klaksvík sendi KÍ úr steypakappingini.

 

Teir í KÍ fjala ikki yvir, at teir í ár ætla sær at vinna løgmanssteypið.

 

Í kvøld var KÍ í fyrsta umfari á Skála, har tað eydnaðist at vinna 3-0. Tað vóru tríggir klaksvíkingar á liðnum, sum skoraðu málini.

 

Longu í øðrum minutti setti Jonn Johannesen hol á. Jóannes Bjartalíð átti uppleggið, og Jóannes Bjartalíð økti um munin við brotssparki til 2-0, tá ið 10 minuttir vóru farnir. Triðja málið skoraði liðformaðurin Jákup B. Andreasen, tá ið ein hálvur tími var farin. Tá átti Árni Frederiksberg uppleggið.

 

KÍ var støðugt omaná, og í seinna hálvleiki vóru fleiri møguleikar at økja um leiðsluna, men tað eydnaðist ikki.

 

Jóannes Bjartalíð skoraði eitt og legði upp til eitt annað mál, tá ið KÍ í kvøld vann 3-0 á Skála