Í kvøld gevst Letterman

Seinasta talkshowið við David Letterman verður í kvøld

Í 33 ár hevur David Letterman havt Late Night talkshowið á amerikansku sjónvarpsrásini CBS, men í dag hevur hann sín seinasta arbeiðsdag.

68 ára gamli David Lettterman byrjaði sína yrkisleið í Late Night í 1982, og síðani hevur hann trúfastur sitið í stólinum á Ed Sullivan Theater, sum hann yvirtók eftir Johnny Carson.

Letterman hevur havt 6028 sendingar, og øll hugsandi kend og minni kend hava verið gestir í sendingini hjá honum.

Týskvøldið var Bill Murray seinasti gestur í sendingini. Murray var eisini við í fyrstu sendingini hjá Letterman. Sjónleikarin kom óvæntað upp úr eina stórari køku mitt undir sendingini. Bob Dylan spældi í sendingini týskvøldið.

Í kvøld verður ein serlig farvælsending fyri David Letterman.