Í kvøld fyri fýra árum síðani var allur ivi burtur

Putin forseti helt seg kunna taka valdið á Kiev innan fáar dagar, og restina av landinum innan fáar vikur. Hann fór skeivur.

Soleiðis skrivar norski fíggjarmálaráðharrin, fyrrverandi Nato-aðalskrivarin og fyrrverandi forsætisráðharri Noregs, Jens Stoltenberg á Facebook í dag:

 

Russland skuldi gera eina fullskala innrás í grannalandið Ukraina innan fáar tímar. Putin forseti helt seg kunna taka valdið á Kiev innan fáar dagar, og restina av landinum innan fáar vikur. 

Hann fór skeivur. 

Ukrainarar vardu land sítt við eini kraft og styrki, sum Putin ongantíð hevði ímyndað sær. Teir trýstu russisku herdeildirnar aftur, og eftir fýra árum hevur Russland framvegis ikki megnað at tikið Donbas.

Men sannleikin er, at tað er ikki bara Putin, sum undirmetti ukrainarar. Soleiðis gjørdu vit eisini, sum eru vinir við Ukraina. Tey flestu í NATO hildu, at dagarnir hjá Ukraina sum sjálvstøðugt land vóru taldir. Nú mugu vit ikki gera sama mistak aftur. Ukraina kann forða fyri, at Russland vinnur kríggið. Ukraina kann halda fram sum sjálvstøðugt ríki við fríum valum og fólkaræðisligum rættindum til fólkið.

Í fjør eydnaðist tað russiskum herdeildum at hertaka bert 0,8 prosent av økinum hjá Ukraina. Fyri tað rindaðu teir ein óhugsandi høgan prís. Umleið túsund dripin og særd hvønn dag. Tað er eitt mark fyri, hvussu leingi sjálvt regimið í Moskva kann tola hetta.

Vit kunnu ikki broyta ambitiónina hjá Putin. Hann vil framvegis hava tamarhald á Ukraina. Men vit kunnu hjálpa til við at broyta roknistykki hansara. At hann fer at gjalda ov høgan prís.

Eingin veit í dag, hvussu kríggið endar, men vit vita, at jú sterkari Ukraina er á vígvøllinum, jú meira sannlíkt er, at Putin forseti verður noyddur at seta seg við samráðingarborðið og góðtaka eina loysn, har vunnið ikki verður á Ukraina. Tí er tað so umráðandi, at vit stuðla Ukraina.

Í fjør vár avgjørdu vit at trífalda hernaðarliga stuðulin hjá Noregi til Ukraina. Tilsamans letur Noreg 85 milliardir krónur til landið í ár. Allir flokkar á Stórtingi standa sameindir aftanfyri stríðið hjá ukrainarum fyri okkara felags frælsi. Tað mugu vit halda fram. Ukraina gevur ikki upp. Tá hava vit heldur ikki loyvi at gevast.

Slava Ukraina!