Í kvøld er Super Bowl

Árliga finalan í amerikanskum fótbólti er á skránni í kvøld

Super Bowl er størsti einstaki ítróttardystur í USA, og yvir hundrað milliónir amerikanskir sjónvarpshyggjarar fylgja dystinum. Høgu sjónvarpshyggjaratølini gera, at lýsingaplássini eru tey dýrastu, ið finnast. Í ár er prísurin settur til 30 milliónir krónur fyri 30 sekund.

Super Bowl dysturin í ár verður millum Seattle Seahawks og New England Patriots. Seattle Seahawks vann stórsigur í Super Bowl í fjør.

University of Phoenix Stadio í Glendale í Arizona er leikvøllurin til Super Bowl hesaferð. Arizona er ein av teimum heitu statunum, og har er eingin vandi fyri kava og frosti, sum er aðrastaðin í USA. Í dag eru næstan 20 hitastig í Glendale.

Super Bowl er náttarsjónvarp á okkara leiðum, tí dysturin byrjar kl. 23.30 í kvøld og tekur einar tríggjar tímar at avgreiða.