Í kvøld er ikki ókeypis

Tað er í kvøld at Vìkingur spælir fyrra dystin móti kroatiska HNK Rijeka

Tað er í kvøld, at Víkingur spælir fyrra dystin í triðja undanumfari av Europa League móti kroatiska liðnum, HNK Rijeka.

 

Víkingur skrivaði í seinastu viku ein nýggjan kapittul í føroyska fótbóltssøgu, tá felagið sum tað fyrsta føroyska nakrantíð, megnaði at leika seg víðari til triðja undanumfar í Europa League.

 

Til dystin í kvøld, er talan eisini um eitt vælmannað Víkinga lið, men mótstøðan í kvøld, verður helst harðari enn í teimum báðum undanfarnu dystinum.

 

Vit hava seinni í dag prát við umboð fyri Víking, umframt at vit fara at avdúkað liðuppstillingina hjá Víkingi undan dystinum.

 

Dysturin millum Víking og HNK Rijeka verður leiktur á Tórsvølli klokkan 19:00 í kvøld.

 

Tveir av teimum undanfarnu heimadystunum hjá Víkingi í Europa League hevur annars verið ókeypis hjá áskoðarum at fara til dystin, men Víkingur boðar frá, at atgongumerki til dystin í kvøld kostar 100 krónur.