Í kvøld dansa menn í kjólum

Norðurlandahúsið er í kvøld vertur fyri sonevndum dragshow

Dragdrotningar úr Grønlandi, Íslandi, Danmark og Føroyum gera í kvøld innrás í Norðurlandahúsinum í Havn.


Sonevnt dragshow er á skránni. Dragshow er eyðkent við, at fólk lata seg  í sum mótsatta kyn og framføra dans, sang og drama.

Nuka the Diva úr Grønlandi, Ivona Kok og føroyskt/danska Dennis Agerblad Band verða við til tiltakið í kvøld.

Norðurlendska dragshowið verður kl. 20.00.