Í kvøld byrjar millumumfarið í EHF European League

Liðini hjá Hákuni West av Teigum og Óla Mittún spæla dystir á útivølli í kvøld

Millum spennandi avbjóðingarnar hjá Óla Mittún og Hákuni West av Teigum er kappingin EHF European League.

 

Í kvøld skulu liðini hjá Óla og Hákun royna seg í millumbólkunum í European League.

 

Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin spæla dyst á útivølli klokkan 17.45 móti rumenska liðnum, CSM Constanta.

 

Talan er um dyst í millumbólki 4, har Füchse Berlin er oddalið við fýra stigum aftaná tveir dystir.

 

Óli og liðfelagarnir í Sävehof spæla eisini dyst á útivølli í kvøld. Klokkan 19.45 spælir Sävehof móti kroatiska liðnum, Nexe.

 

Sävehof er fremst í millumbólki 2 við trimum stigum aftaná tveir dystir.

 

Sambært veddingarfyritøkunum er Füchse Berlin greiður favorittur í sínum dysti. Øðrvísi er við dystinum hjá Sävehof, tí har er Nexe favorittur hjá veddingarfyritøkunum.