Valstríðini eru blivin ov keðilig!
Tað halda tey tvey av høvuðsvalevnunum til fólkatingsvalið næsta hósdag, Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum, og Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum
Tí hava teir báðir tikið stig ein øðrvísi valfund og tað skal avgjørt ikki vera keðiligt, siga teir báðir.
Fundurin, sum verður klokkan 20.30 í kvøld, verður sendur beinleiðis á Rás2.
Annars verður fundurin í Perluni, niðarliga í Tróndargøtu í Havn, ímillum Reinsaríið og Miðlahúsið og beint yvir av Hotel Tórshavn.
Og fundurin er almennur, so har kunnu tit fara at lurta – og at seta teimum báðum valevnunum spurningar – og jú hvassari spurningarnir eru, jú betri.
Perlan letur upp klokkan 20 í kvøld, so fólk fáa høvi at sita og práta eina løtu, áðrenn teir báðir stríðshanarnir bresta saman.
Jørgen Niclasen sum fólkafloksmaður, og Sjúrður Skaale sum javnaðarmaður, eru tveir mótpólar í hesum valstríðnum, so tað er lagt upp til eitt hart og lívligt orðaskifti ímillum teir báðar í kvøld.
Ætlanin er nevniliga, at kjakið skal hvørki verða stívt ella keðilig , og vónandi verður tað eisini skemtiligari enn teir meiri skipaðu og stívu andglettarnir í Kringvarpinum.
– Valstríð missa sítt undirhaldsvirði, tá tey bara fara fram undir føstum og skipaðum kørmum í sjónvarpinum, har ein vertur við harðari hond stýrir hvat tosast skal um - og hvussu leingi.
– Í kvøld verður karmurin meira leysur, og stríðshanarnir skulu svara beinleiðis upp á álopini hvør frá øðrum, eins og fólk úr salinum kunnu seta teimum hvassar spurningar, siga fyrireikararnir.
Sum sagt letur Perlan upp klokkan 20, tað er um ein góðan tíma, tá ein kaffimunnur og okkurt annað verður at fáa og klokkan 20.30 verður so farið undir hesa fyrstu, veruligu, orrustuna í hesum valstríðnum.
Ætlanin er, at orðaskiftið skal vara í ein tíma.










