Hevur tú roynt at staðið við einum líki, sum bara blívur við at koma til lívs aftur?
Tað frálíka kvøldið, tá Julie James (Jennifer Love Hewitt), Helen Shivers (Sarah Michelle Gellar), Ray Bronson (Freddie Prinze, Jr.) og Barry Cox (Ryan Philippe) feira, at tey eru liðug við high school, setast tey í tann skínandi BMW?in hjá Barry. Tey ána einki um tað ræðuligu ólukku, sum bíðar teimum. Eingin sær tann persónin, sum kemur flúgvandi úr bláari luft og niður á kølarahjálmin á nýggja BMW?num. Eingin kennir illa hagreidda offurið, sum allarhelst er hildið upp at við at anda. Vánirnar fyri eini skandalu og kanska handtøku, ið kanska kastar skugga yvir framtíð teirra ungu, fær tey til, har á myrka, krókuta vegnum, at taka eina avgerð, sum broytir lív teirra.
Bert ein er vegurin úr marruni. Eitt stað, har líkið ongantíð kann sporast aftur til teirra. Og tá tey skumpa líkið út av molanum, halda tey, at tey samtundis jarða teirra loyndarmál. Men tey mistaka seg?