Systkinabørnini Heðin Dánjalson Vang Samuelsen og Helena Splidt Samuelsen vóru eisini farin ein túr oman í býin saman við foreldrunum. ?Eg haldi, at tað er ordiliga stuttligt á Ólavsøku,? sigur 10 ára gamla Helena, sum býr í Danmark, men er komin heim at ferðast.
?Ja,? sigur sjey ára gamli Heðin ?Eg skal, ið hvussu so er prøva hoppiborgina. Hon er mega kul. Eg tími ikki so væl at keypa tombola, tí so spillir man bara pengarnar, um man ikki vinnur?
Helena skal vera í Føroyum í tvær vikur aftrat, áðrenn hon fer til Danmarkar aftur við foreldrunum.