Í Hósvík, sum í kvøld er karmur um regatta, er fitt av vinnulívi, og á havnalagnum finna vit eitt nú stóra reiðaravirkið Thor, hvs-virkið Renovent, matvøruvirkið Krás, og her er Landsverk við sínari goymslu.
Í Hósvík eru eisini aðrar størri og smærri fyritøkur, eitt nú tveir rímiliga stórir timburmeistarar, HPH Smíð hjá Hans Peturi Hansen og byggifyritøkan hjá Boga Hermansen.
Ein onnur fyritøka í Hósvík er Terminal.fo, sum hevur eini 4-5 fólk knýtt at sær. Tað er borgarstjórin, Jógvan Kruse, sum eigur fyritøkuna saman við vinmanni.
- Sum kommuna eru vit fegin um alt vinnulív, sum er í økinum, og her hevur fjølbroytta vinnulívið í Hósvík eisini sín stóra týdning, sigur Jógvan Kruse.
Hósvík hevur verið størsta einstaka bygd í Sunda kommunu, og alt bendir á, at her fara at koma nøkur nýggj sethús aftrat um ikki so langa tíð.
- Í løtuni verður grivið út á eini 4-5 grundstykkjum, sum eru partur av verandi útstykking í Hósvík. Kommunan eigur kanska eitt grundstykki aftrat í hesi útstykking. Men, ein privatur hevur nøkur grundstykki í bygdini, sum eru stykkjað út, og sum nú verða seld um meklarafelag.
Jógvan Kruse sigur, at tey í Sunda kommunu hyggja kring um í allari kommununi eftir møguleikum fyri nýggjum útstykkingum til sethúsabygging, og hann væntar, at hetta verður nakað, sum kemur at fylla rímiliga nógv tey næstu árini av hesi setuni.