Í gjár vóru 57 nýggir tilburðir við koronusmittu staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Landslæknin hevur verið í sambandi við øll tey smittaðu.
2.028 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Tað gevur eitt smittuprosent upp á 2,81.
Í løtuni eru 379 smittað, og trý eru innløgd við koronu í Føroyum.