Í fongsul fyri at lurta eftir Dolly Parton

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Michael O’Rourke, ið er búsitandi í Peterhead í Eysturskotlandi, er Dolly Parton-fjeppari um ein háls. Ja, hann er so mikið skotin í stóru amerikansku countrystjørnuni, at hann nú fer handan rimar fyri at hava lurtað eftir sangi og tónleiki hennara. Tað skrivar The Mirror.

 

56 ára gamli skotin hevði lurtitól sítt so mikið hart frá, at tað hoyrdist um alla gøtuna. Grannin vaknaði kl. 1.30 um náttina av mikla ganginum, og av tí at country-elskarin frammanundan hevur ein dóm fyri sokallaðan Asbo (asosialan atburð), sum m.a. bannaði honum at hava lurtitól sítt ov hart frá, varð hann dømdur inn at sita.

 

Í rættinum viðgekk O’Rourke, at hann hevði skrúvað for frá, tá ið hann lurtaði eftir Dolly Parton, og sostatt varð hann dømdur handan rimar í fýra mánaðir. Umframt hetta varð hann dømdur sekur í at seta seg ímóti at verða handtikin og fyri at leypa á ein løgreglumann.

 

Michael O’Rourke, ið er nærum deyvur, hevur í fleiri ár verið óvinur við grannar sínar. Orsøkin er, at teir sum frálíður eru vorðnir púra svakir av at hoyra rødd Dolly Partons nær tað skal vera alt samdøgrið á tremur.

 

Tá ið hann í næstum verður leyslatin, skal hann aftur tungu leiðina í rættin. Hann er ákærdur fyri ringan atburð í heili sjey førum, og tí er mangt sum bendir á, at løtan sum frælsur maður verður stutt.

 

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Skrivað hevur: Símun úr Konoy

Skrivað hevur: Símun úr Konoy