Tað var tann 25. apríl, at ein 48 ára gamal maður boðaði frá, at ein bumba var í einum flogfari hjá norska felagnum Norwegian. Flogfarið var á veg úr Keypmannahavn til Oslo, men maðurin noyddi flogskiparan at seta flogfarið í Göteborg.
Har bleiv maðurin tikin og flogfarið kannað, men eingin bumba var at finna.
Tað vísti seg, at tann 48 ára gamli maðurin, sum er russiskur ríkisborgari, hevði noytt flogfarið at lenda í Svøríki tí hann ætlaði sær at søkja um friðskjól har. Tað fær hann ikki. Tó so, hann sleppur at sita hálvtannað ár í svenskum fongsli, men so verður hann útvístur og skal ikki vísa seg á svenskari jørð aftur. Umframt fongsulsdómin skal hann rinda 100.000 krónur í bót.
Hetta var annars ikki fyrstu ferð, at russiski ríkisborgarin, sum er úr Aserbajdsjan, hevur gjørt vart við seg í luftini. Í 1993 rændi hann eitt russiskt flogfar og noyddi tað at fara til Stockholm. Tá var orsøkin, at hann vildi ikki fara í hertænastu í krígnum millum Aserbajdsjan og Armenia, skrivar NRK.