Í Føroyum er mangt ímillum hátrýst og lágtrýst

Hvørja ávirkan hevur El Nino á veðrið í Føroyum, og hvussu lósu gomlu føroyingarnir veðrið í nátturuni?

Hvørji tekin í sól og mána, í litinum í luftini, í skýferð, brúktu gomlu føroyingarnir til at meta seg eftir, tá ið teir róðu út á hav í opnum bátum at fiska til lívsins uppihald. Og hvussu kunnu vit brúka tekin náttúruni og atferðina hjá dýrum til at meta um veðrið.

 

Hetta fer sjálvlærdi ”veðurfrøðingurin” Osmundur Justinussen, at greiða frá á Rás2 klokkan 16 í dag.

 

Ein spurningur er, um vit hava gloymt, hvat náttúran sigur okkum um verkið. Vit høvdu kanska verið illa farin nú á døgum, skuldu vit verið noydd til at mett um veður og vind eftir, hvussu ærnar liggja á bønum, hvussu langt upp um oyrað kettan vaskar sær, hvussu sólarljósið stavar á sjónum, um tað regnar av landsynningi, áðrenn vindurin kemur, hvussu svikaligur høgur barometurstandur er á útsynningi, o.s.fr.

 

Osmund Justinussen hevur hildið fyrilestur á Vinnuháskúlanum og aðrastaðni um sín barnalærdóm frá forfedrunum, og sum útróðrar- og fiskimaður.

 

Eisini hevur hann frá óvitaárum havt brennandi áhuga fyri veðri og vindi, og fyri fiskilíkindum á nær- og fjarleiðum.

 

Harumframt hevur hann granskað, hvørja ávirkan, ið veðurfyribrigdi í heimsins avkrókum hava á veður- og fiskilíkindi her á okkara leiðum, eitt nú nógv umrødda El Nino veðurfyribrigdi í Kyrrahavi, uttanfyri Suðuramerika.