Aftaná 36-33 sigur í høllini á Eiði ígjár mátti føroyska U19-manslandsliðið í hondbólti í dag lúta 30-33 fyri Íslandi í tí seinna venjingardystinum, ið var spældur í høllini í Vestmanna.
Hálvleiksstøðan var javnleikur 13-13.
Talan hevur verið um tveir virðismiklar og gagnligar venjingardystir fyri bæði liðini, ið skulu royna seg í U19 HM-endaspælinum í Kroatia millum 2. og 12. august.
Føroyar eru í bólki saman við Burundi, Iran og Svøríki.
Málskjúttar: Óli Mittún 8, Óla Jákup Gaard Olsen 8, Jákup Egholm 3, Trygvi Hávardsson 3, Tóki Fríðriksson 2, Ísak Vedelsbøl 2, Eyðbjørn Danielsen 1, Rói Seyer Hjaltason 1, Tróndur Johnsson 1, Niklas Gaard 1