Føroya fólk hevur gjøgnum seinastu nógvu dagarnar bíðað eftir, at landsstýrið fer at koma við nýggju koronutilmælunum. Nú verður tað so, at vit fáa at vita, hvørji nýggju tilmælini eru, tí í dag fer landsstýrið at leggja tey fram.
Í tí sambandi verður skipað fyri tíðindafundi klokkan 14 í Kringvarpi Føroya.
Á tíðindafundinum verða Bárður á Steig Nielsen løgmaður, Michael Boolsen, fúti, og Bjarni á Steig, heilsufakligur ráðgevi hjá Heilsumálaráðnum.