Í dag verður Føroya størsta stafettrenning í Havn

Talan er um Faroe Express Stafettina, sum verður á havnarlagnum á Eystaru Bryggju í Havn í dag

Talan er um eina stafettkapping millum arbeiðspláss. Tað er við íblástri frá størstu motiónsrenning í heiminum, DHL Stafettini, at kapping verður á havnarlagnum í Havn í dag klokkan 16.

Faroe Express Stafettin er ein stuttleikakapping fyri arbeiðspláss og vinarbólkar.

– Ger ein óføran og øðrvísi dag saman við teimum, tú hevur gott stev við á arbeiðsplássinum ella í heila tikið, skriva fyrireikararnir.

Havnarlagið í Havn verður á tremur við virksemi, tónleiki, kappingum, vinningum, mati og drekka. 

– Eitt upplagt høvi til ein góðan dag og eitt gott kvøld í býnum.

Aftan á Faroe Express Stafettina verður skipað fyri forvitnisligum afterparty í Gráa Pakkhúsið.

Pakkhúsið verður umskipað til eitt streetfood øki, har møguleiki verður at keypa okkurt gott til matna og okkurt leskiligt at sløkkja tostan við.

– Við at luttaka stuðla tit samstundis barna- og ungdómsarbeiðinum hjá Bragdinum, skriva fyrireikararnir.