Í dag verður ársins fyrsta bátastevna

Tá bátarnir eru komnir  upp á pláss í bátahavnini, fer Heini Kristiansen, varaborgarstjóri í Nes kommunu, at halda eina vælkomstrøðu.

 

Summarið nærkast, og tað ber ársins fyrsta bátastevnutiltak nú eisini boð um. Tiltakið verður á Toftum í dag, har nógv verður gjørt burturúr.   

 

Sjálvt bátatiltakið byrjar, sum undanfarin ár við, at bátarnir møtast inni í Skálafirði klokkan 11, og hálvan tíma seinni verður farið at sigla út móti Toftum. 

 

Nes sóknar Hornorkestur byrjar at spæla við bátahylin í Oyrunum á Toftum klokkan 12.30, tá bátarnir byrja at nærkast, og klokkan 13 stevna bátarnir inn um pierin og leggja til bryggju. 

 

Tá bátarnir eru komnir  upp á pláss í bátahavnini, fer Heini Kristiansen, varaborgarstjóri í Nes kommunu, at halda eina vælkomstrøðu.

 

Uppí bátatiltakið og stevnutiltakið annars hoyrir eisini góða suppan, sum borðreitt verður við í tjaldinum eftir vælkomstrøðuna. Á Toftum verður nevniliga suppa til øll í stóra tímanum frá klokkan 13.30 til 14.45.

 

Meðan fólk leska sær av suppuni, spæla harmonikurnar í tjaldinum.

 

Børnini eru ikki gloymd í bátastevnutiltakinum á Toftum. Her verður andlitsmáling, sum byrjar klokkan 13, og hálvan tíma seinni lata hoppiborgir og annað upp á festivaløkinum.

Skattaveiða verður eisini fyri børnum, og her verður farið í gongd klokkan 14.30.

 

Kaffisøla og tombola verður klokkan 13, og tað eru Kvinnufelagið á Toftum og Tofta Talvfelag, sum skipa fyri hesum báðum tiltøkunum.

Klokkan 14 letur pylsuvognurin upp á festivaløkinum, og klokkan 15 byrjar sølan av teimum vælumtóktu festivalbúffunum, sum verða grillaðir á staðnum.

 

Tað verður nógvur sangur og tónleikur á festivaløkinum á Toftum seinnapartin leygardagin.

Longu klokkan 15 fer Bjarki Hansen at syngja, og hálvan tíma seinni verður tað Sway, sum fara á pallin.

Klokkan 16.30 fara Steintór Rasmussen og Pætur við Keldu á pallin, og klokkan 18 fara Jógvan Ingvard Band at syngja og spæla í tjaldinum.

Men, tað verður ikki bara sangur og tónleikur á festivaløkinum. Her verður eisini mótaframsýning, sum byrjar klokkan 17.20, og tað verður Navia, sum skipar fyri.

 

Í tímunum frá klokkan 19 til 21.30 verður eitt hugnaligt Syngið við-tiltak í tjaldinum. Tiltakið verður saman við Fuglafjarðar Harmonikufelag, og tað verða hjúnini, Doris og Jóannes, sum fara at leiða sangin.

 

Country-kongurin, Hallur Joensen, plagar at savna nógv fólk til dansitiltak á Toftum, og soleiðis verður helst eisini, tá hann saman við sínum orkestri fer á pall í tjaldinum. Hallur Joensen Band byrja at spæla klokkan 23, og her verður hildið á til klokkan 04 sunnumorgunin.