Í dag royna tey aftur

Landsroyndirnar byrjaðu í morgun, og hesaferð skriva næmingarnar við hond

 

Avlýsta landsroyndin, sum skuldi gerast umvegis teldu, verður hesa vikuna gjørd á gamla hátt. Næmingarnir brúka penn og pappír, tí telduskipanin, sum skuldi brúkast, sveik undir seinastu roynd.

Skúlablaðið skrivar, at 725 næmingar í 4. flokki og 715 næmingar í 6. flokki eru við í landsroyndini, sum byrjaði í morgun og heldur fram í morgin. Royndirnar eru í føroyskum, støddfrøði og náttúru og tøkni.

Roknað verður við, at tað gongur eitt hálvt ár, til úrslitið av landsroyndini er tøkt.