Í morgun klokkan 10 letur Vodafone upp nýggjan handil og skrivstovu í Saltangará. Hetta er ein liður í, at Vodafone ynskir at koma nærri kundunum í Eysturoynni.
Fólk kunnu síggja fram til ein spennandi og nýmótans handil, ið altíð er klárur at veita góða tænastu og nýggjastu vørurnar á fjarskiftismarknaðinum, sigur Suni Justinussen, sum er sølu- og marknaðarstjóri hjá Vodafone.
Við nýggja handlinum verður sniðið og stílurin hin sami sum í Vodafone handlunum í SMS og í Klaksvík, so tann vitjandi fær sama upplivilsi í øllum Vodafone handlunum.
Dagurin verður sjálvsagt merktur av góðum upplatingar- og køtilboðum, livandi tónleiki og undirhaldi, umframt at okkurt gott verður til góman, bæði til vaksin og børn.
Skráin í dag er hendan:
Klokkan 10.00: Handilin opnar
Klokkan 13.00: Angela og Hannibal undirhalda
Klokkan 14.30: Signar í Homrum syngur
Handilin í Saltangará hevur annars vanliga opið
Mána- til hósdag: Klokkan 10.00 - 17.30
Fríggjadag: Klokkan 10.00 - 18.00
Leygardag: Klokkan 10.00 - 14.00