Nú koma enn fleiri kavbátar og krígsskip til Føroya

NATO-herflotin fer at hava venjingar í føroyskum sjóøki

Herflotabólkurin hjá NATO, sum kallast "Standing NATO Maritime Group 1" sigldi millum føroysku firðirnar á Hvítusunnu.

Tað kom óvart á nógvar føroyingar á Hvítusunnu at síggja seks NATO-krígsskip sigla millum føroyskufirðirnar. Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur áður sagt, at vit nokk kunnu vænta enn fleiri vitjanir av hesum slag í føroyskum sjóøki og í føroyskum havnum, og tað verða vit helst aftur vitni til í dag.

 

Tí í morgun boðar Uttanríkisráðið frá, at ein flotavenjing hjá NATO fer av bakkastokki í dag. Venjingin hevur heitið Dynamic Mongoose.

 

Venjingin byrjar í Reykjavík, heldur á í 11 dagar og endar í Bergen. Undir venjingini koma før, sum taka lut, eisini í føroysk sjóøki, at gera siglingarvenjingar.

 

Flogið verður eisini í sambandi við venjingina.

 

Tilsamans 11 skip, tríggir kavbátar og 16 patruljuflogflør.

 

Hesi førini eru úr Bretland, Kanada, Fraklandi, Niðurlondum, Danmark, Noreg, USA og Týsklandi. Talan er um eina afturvendandi venjing, sum á hvørjum ári verður hildin í Norðurhøvum.

 

LES EISINI: Jenis um amerikanskan kavbát í Nólsoyarfirði: – Hatta eru okkara vinir

 

Vant verður ikki millum oyggjarnar ella á firðum og sundum.

 

– Hugsast kann, at okkurt av skipunum, sum taka lut, koma í føroyska havn. Í tann mun, vant verður í føroyskum sjóøki, verður tað í høvuðsheitum norðanfyri, sigur Uttanríkisráðið.

 

##med2##

 

##med3##

 

LES EISINI: Knappliga eru seks NATO-krígsskip í Føroyum

 

Herflotabólkurin hjá NATO, sum kallast "Standing NATO Maritime Group 1" sigldi millum føroysku firðirnar á Hvítusunnu.

(Mynd: Standing NATO Maritime Group 1)

USS Indiana kavbátur