Næstu vikurnar kemur nógv koppingarevni ímóti covid-19 til Føroya. Tilsamans koma slakir 34.000 skamtar í juli. Meginorsøkin til stóru nøgdina av koppingarevni er, at Danmark hevur keypt 1,17 mió. skamtar av koppingarevninum Pfizer-BioNTech úr Rumenia.
Stóru nøgdirnar hava eisini við sær, at munandi fleiri tíðir verða tøkar til koppseting. Sjúkrahúsverkið fer tí at koppseta allar dagar næstu tíðina.
Somuleiðis verður tíðarskeiðið millum fyrra og seinna prik stytt frá 28 døgum niður í 21 dagar. Hetta fer at hava við sær, at fólk verða skjótari liðugt koppsett, og harvið betri vard móti smittuni. Tað ger mun, nú nýgga Delta-frábrigdið eisini hevur tikið seg upp í Føroyum.
Koppsetingarkalendarin er júst framskundaður tvær vikur. Nú verður roknað við, at øll, sum eru 16 ár og eldri, verða liðugt koppsett í viku 34 (tað er 23.-29. august). Hesi skuldu annars eftir ætlan verið liðugt koppsett í viku 36. Øll hava væntandi fingið í boði fyrstu koppsetingina áðrenn ólavsøku.