Í dag kann Jónas vinna EM-heiðursmerki

Mánadagin rann Jónas Isaksen seg til eitt finalupláss í 400 metrum í evropameistarakappingini fyri U20 í Jerusalem.

Innleiðandi tíðin hjá Jónas var 46,75, sum var sættbesta tíðin. Men besta tíðin hjá Jónas er 46,02, sum hann rann á oyggjaleikunum herfyri, tá hann vann gull. Í innleiðandi umførunum rann bert ein rennari skjótari enn 46,02, tí eru vónirnar hjá Jónasi um heiðursmerki stórar.

 

Jónas Isaksen umboðar danska landsliðið til EM, tí Føroyar ikki eru limur Í IAAF, sum er altjóða sambandið fyri frælsan ítrótt.

 

Finalan verður klokkan 16.52 og sæst her:

 

https://allathletics.tv/championships/ea-u20-jerusalem-2023